STARVSLÝSING

44207_VH_3Laerlingar_1200x628_Facebook.gif
 
 

LÆRLINGAR X3 TIL VØRUHÚSIÐ Á HJALLA

Nú hevur tú møguleika fyri at starvast í einum spennandi umhvørvi, sum er í støðugari menning. Vit í Vøruhúsinum á Hjalla hava trý handilslærlingapláss tøk. Talan er um lærlingar til møbladeildina, búnýtisdeildina og málingadeildina. Tað hevur størstan týdning fyri okkum, at kundar okkara altíð fáa góða tænastu. Tí vænta vit, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og dugir at samstarva við tínar starvsfelagar.

Handilslærlingur til møbladeildina

  • Skúlagongdin fer fram í Danmark.

Handilslærlingur til búnýtisdeildina

  • Skúlagongdin fer fram í Føroyum.

Handilslærlingur til málingadeildina

  • Skúlagongdin fer fram í Føroyum.

Sum handilslærlingur er tað ein fyrimunur, um tú hevur tikið FHS- ella HH-prógv. Meira fæst at vita við at venda sær til Oddbjørg Højgaard, leiðara, á 542550 ella umvegis oh@voruhusid.fo.

Umsóknir við prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til: Vøruhúsið, postboks 1019, 110 Tórshavn.

Starvið verður sett sum skjótast, og umsóknarfreistin er 17. mai.