UPPLATINGARTÍÐIR
galdandi á Hjalla,
Klaksvík og Saltangará

Mánadag-fríggjadag

10 - 18

Leygardag

10 - 16

Luxaflex gardinloysnir
Málingahandilin vísur veg gjøgnum gardin frumskógin
                                                                              
Gardinur fríska og endurnýggja heimið, men tær skulu veljast við varsemi. Ymisk rúm krevja ymsar loysnir, tá hugsað verður um stødd, funktión, stíl og ljósviðurskiftini. Tí bjóðar Málingahandilin til totaluppliving, har alt frá panelum og plissé til persiennur og lamellir eru við til at seta persónliga stílin í heiminum.

Málingahandilin bjóðar inn til eitt fullkomið úrval av íblásturi til hús og heim. Her eru ríkir møguleikar at uppliva, hvussu gardinur kunnu brúkast sum eitt skapandi element í innrættingini. Hevur tú tørv á at endurnýggja bústaðin, er tað lætt at fáa yvirlit yvir møguleikarnar og fáa íblástur í tí nýggju Luxaflex gardinframsýningini, sum vit hava fingið heim.

Við tí gjøgnumhugsaðu gardinupplivingini í handlinum er lætt at ímynda sær, hvussu ymiskar gardinur taka seg út í tínum panoramarútum ella skrávindeygum. Gardinúrvalið er bókstaviliga til at føla uppá, og ljósviðurskifti eru við til at vísa, hvussu tær ymisku loysnirnar síggja út í veruleikanum.

Ger gardinvalið lættari
Tað eru fleiri atlit at taka, tá tú skalt velja gardinur til títt heim. Gardinur skulu hava eina funktión, sum virkar. Tær skulu ofta blenda fyri forvitnisligum eygum og útihýsa sterku sólini. Samstundis skal ljós og náttúran sleppa inn. Gardinur geva heiminum dám og persónligheit, sum kann broyta alla upplivingina.

Tí er tað ikki líkamikið, um tú velur niðurdempandi rulligardinur ella panelir við panglitum. Gardinur eru ikki bara gardinur, og tí kann tað vera ringt at velja røttu loysnina til rúmið, sum tú ætlar at broyta.

Um tú ikki hevur sæð og roynt ávísu gardinloysnirnar, kann tað vera torført at meta um, hvussu hesar passa til stílin og viðurskiftini í rúminum. Men við tí nýggju Luxaflex útstillingini sleppur tú sjálv at royna loysnirnar. So veitst tú akkurát, hvat tú fært. Vælkomin í Málingahandilin við Landavegin.

Myndin omanfyri er bert vegleiðandi.
VØRUR FYRI 35.000 KR
Limakort
Gev eitt gávubræv
Keyp nú - rinda seinni
beinleiðis nummur
Vøruhúsið á Hjalla
54 25 00
Vøruhúsið í Klaksvík 54 25 30
Vøruhúsið í Saltangará
54 25 50
Málingahandilin í Havn
54 25 40