
Í Vøruhúsinum finnur tú alt
Dustsúgvarar, tallerkar, radio, sandpappír, sovisofur, rustverju, súgvirør, lesilampur, veggjamáling, fjarstýrdar bilar, vinkulslíparar, piparkvørnir, rakettir, vespufellur, gólvteppi, steikipannur, flytikassar, kaffikoppar, duramáttur og óteljandi nógvar aðrar vørur.
Vit hava 4 Vøruhús kring landið: á Hjalla, í Klaksvík, á Tvøroyri og í Saltangará.
Vit selja búnýti, máling, gólv og innbúgv. Á Hjalla er eisini billakk deildin.
Vit hava eisini ein málingahandil niðri í býnum, Málingahandilin við Landavegin. Umframt at selja máling til privatkundan,hevur Málingahandilin serliga deild, sum tekur sær av at selja vørur til málarameistarar. Málinghandilin hevur eisini stórt úrval av serligum vørum til listarfólk og kvøldskúla/hobby.
|